Færøsk

Frijsenborg Efterskole er ein eftirskúli í grønum umhvørvi í sunnara parti av býnum Hammel í Eysturjútlandi. Við útgangsstøði í skúlasjónarmiðjunum hjá Grundtvig (1783-1872) og Kold (1816-1870), har felagsskapurin dagliga verður styrktur við sangi, frásøgu og samtalu, hevur skúlin, afturat frálæruni, eina røð av siðmennandi-, skapandi- og ítróttarligum tilboðum. Sum ein reyður tráður í allari frálæru og samveru eru virðini: álit, demokrati og felagsskapur, harumframt sínámillum virðing og ábyrgd.
Frijsenborg Efterskole leggur stóran dent á, at næmingarnir hava vælútbúnar- og væl egnaðar undirvísarar, tí raðfesta vit eftir- og víðariútbúgving av okkara starvsfólki ógvuliga høgt.
Fakliga frálæran tekur støði í fyritreytum næminganna á so høgum fakligum støði, sum til ber. Vit royna alla tíðina at eftirlíka nýggj krøv, nýggjar frálæruháttir og námsfrøðiligar arbeiðsháttir.
Frálæruumstøðurnar seta vit ógvuliga frammalaga. Hóskandi skipan av gerandisdegnum, høgt reingerðarstøði, lokkandi karmar, góð frálæruamboð og smidlig hølisviðurskifti eru við í øllum viðurskiftum, sum ávirka næmingarnar.
Av tí, at vit meina, at vit eru lopfjølin frá grundskúlanum til ungdómsútbúgvingarnar, so er arbeiðs- og útbúgvingarvegleiðing av stórum týdningi á skúlanum.
Skúlin varð stovnaður í 1949. Aftaná nógva námsfrøðiliga umhugsan, fluttu vit úr miðbýnum í Hammel í núverandi høli í 1990. Í 2003 fekk skúlin ein stóran tilbygning við nýmótans fakhølum, har í millum tónleikahøli, margmiðlarúmi og natúrulærugrein/royndarrúmi.
Á skúlanum eru 91 næmingar í aldrinum 14 til 17 ár, 1/3 í 9. klassa og 2/3 í 10. klassa. Skúlin er fyri vanliga gávaðar næmingar.
Frijsenborg Efterskole hevur serkunnleika í at undirvísa hoyribrekaðum næmingum. Hesir eru á leið 25 % av næmingatalinum. Hetta ger, at øll frálæra er í smáum bólkum, samstundis verður dentur lagdur á sjónliggering í allari frálæru og samveru.
Skúlin nýtir øll sløg av nýmótans tøkni, sum kann menna frálæru og samskifti fyri tey hoyribrekaðu t.d. nýggjastu multifrekvens FM útgerð. Harafturat eru ein til tveir rørslutarnaðir næmingar. Talu- og hoyrilærarar starvast eisini á skúlanum.
Frijsenborg Efterskole tekst tilætlað við at sameina næmingar úr ymiskum mentanarligum umhvørvi.
Frijsenborg Efterskole hevur orðað ein kostpolitikk við sunnum vistfrøðiligum mati, seks máltíðir um dagin og við lyklaorðunum: nógv av tí grøna, grova og heimagjørda. Harumframt hava næmingarnir dagliga morgunmotión.
Frijsenborg Efterskole er fyrsti roykfríi skúli í Danmark.
Stórur dentur verður lagdur á skjalfesting og eftirmeting av arbeiði skúlans. Tí samarbeiða vit við fleiri ymiskar útbúgvingarstovnar og almenn- og privat virki fyri framhaldandi at menna skúlan.